Liðið úr Wales hevur á síni heimasíðu gjørt metingar um lutakastið í Europa League í morgin.
Bala Town skrivar á síni heimasíðu, at Engordany úr Andorra er teirra ynskismótstøðulið. St Josephs úr Gibraltar verður eisini mett at vera eitt got lið at fáa. Hinvegin er Prishtina úr Kosovo eitt lið, sum Bala væntar kann geva harða mótstøðu. Men liðið, sum Bala Town undir øllum umstøðum ikki vil møta er KÍ. Víst verður til trupla ferðing við avmarkaðum flogførum til Føroyar. Fótbóltsliga skrivar heimasíðan eisini, at KÍ við 17 meistaraheitum eru kendir fyri at spæla skjótan flótandi fótbólt, so verður tað ein trupul uppgáva hjá Bala Town. (sí mynd niðanfyri)
Kelda: balatownfc.co.uk




