Ferðaskrivstovan hevur sett saman tveir ferðapakkar har fólk kunnu samantvinna mentanarupplivingar við Europa League dyst millum Birkirkara FC og KÍ
Fonn Flog bjóðar fólki við til Malta at njóta nakrar sólríkar dagar á vøkru og mentannarríku Malta. Samstundis er tað ein upplagdur møguleiki at heppa á klaksvíkingarnar, ið skulu spæla ímóti maltesiska liðnum Birkirkara FC í Europa League kappingini.
Tú kanst velja ímillum vera 8 ella 14 dagar: 19. juni til 03. juli ella 26. juni – 03. juli. Báðir ferðapakkarnir kosta 8.995,- pr. pers.
Íroknað prísinum er:
- Flogferðaseðil
- Gisting
- Morgunmatur
Gist verður í deildari eittrúms íbúð í Luna Holiday Complex. Hotellið liggur í hugnaliga býnum Mellieha, ið hevur ta bestu strondina á oynni.



