Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heiðrik hevur sína fyrstu konsert í Klaksvík 

Dávur Winther

Hóskvøldið 21.juni spælir Heiðrik í Spaniastovu. Hetta er í samband við at multi-talentið Heiðrik er við føroyska/íslendska bólki sínum á konsertferð í Føroyum. Spæld verða løg av útgávuni “Funeral” frá 2017. Somuleiðis framførur Heiðrik eldri og nýggjari tónleikur, m.a. White Flag hansara nýggjasta staklag.

Heiðrik hevur fingið 2 FMA virðislønir og fult hús av stjørnum frá øllum ummælarunum bæði í Føroyum og uttanlanda. 

Við sær á palli hevur hann Heðin Ziska Davidsen (guitar) ,Halldór Sveinsson (klaver), Per Højgaard Petersen (trummir) og Bergur Fonsdal Johannesen (bass).