KÍ liðskiparin Páll A. Klettskarð skoraði sunnudagin sítt landskappingarmal nummar 100 fyri KÍ í bestu deildini.
Hann er tann næsti leikarin í søguni hjá KÍ sum megnar hetta. Frammanundan hevur Kurt Mørkøre skorað yvir 100 mál. Kurt er við sínum 121 málum tann leikarin, sum hevur skorað flest mál fyri KÍ í søguni.
Kelda: FaroeSoccer



