Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrstu popp-idolini í Kringvarpinum mikudagin

Hans Egholm

Í 2003 greiddi Christoffer Jensen, vanliga nevndur Doffa frá, tá hann saman við øðrum settu dám á skótateitini og seinni bleiv ein av stovnarunum av fyrsta popp bólkinum í Klaksvík, Atlantis.

 

Hoyr ella hoyr aftur ein av fyrstu popp idolunum í Klaksvík greiða frá í útvarpssendingini, “Tónasláttur” hjá kringvarpinum, mikudagin 20.juni kl.10:05

Sendingin varð send fyrstu ferð í 2003. Hans Egholm legði til rættis

 

Tá poppurin kom til Klaksvík

Í Klaksvík varð Skótalið Nólsoyar Páls endurstovnað í 1957. Saman við skótum úr Havn og úr Danmark vóru klaksvíksskótar á landslegu við Kirkjuvatn í Fámjin eina viku á sumri 1958.

Havnadreingirnir góvu klaksvíkingum nógvan íblástur, m.a. við skiffletónleiki, sigur Doffa. Doffa greiður eisini frá um gittaran:

Meðan fólk í Klaksvík fyrr mest spældu upp á harmoniku, orgul, mandolin ella munnharpu, so skuldu nú øll læra at spæla gittar. Pápi hevði leingi átt gittar, sum ein av teim fáu í Klaksvík, men nú skuldu knappliga øll ogna sær slíkt instrument. (Christoffer Jensen: Ziskatrøðbrekkan, 2006)

Heimafturkomnir av skótaleguni í Famjin, stovnaðu skótar í Klaksvík ein skifflebólk og skjótt varð vant til fyrsta teitið, ið varð hildið í Atlantis Bio í mai 1959. Á skránni vóru skemtileikir, sangir, tónleikur og legubál. Skiffleorkestrið spældi fleiri sangir millum ymsu framførslurnar, og áhoyrarunum dámdu væl hendan nýggja tónleikin, sum ikki hevði verið at hoyrt í Klaksvík áður.

 

 

Fagnaðurin var ikki minni, tá Doffa trein fram á pallin. Við egnum gittara framførdi hann tveir sangir, ið hann hevði gjørt til høvið. Báðir sangirnir “Aftan stongdar dyr eg siti” og kovboysangurin “Yvir grasgrønar fløtur” vórðu væl dámdir í Klaksvík.

Tí cowboy eg eri og vera tað skal, eg ferðist frá stað til stað. Eg ríði yvir fløtur og grasgrønan dal, eg ríði … eg ríði … avstað.

Skótarnir í Klaksvík skipaðu fyri 7 teitum í Atlantis Bio, hitt seinasta var í 1970.

 

Ein av fyrstu popparum í Klaksvík

Eins og í Havnini byrjaði rokk-rákið at fáa fastatøkur úti á bygd. Í Klaksvík hevði harmonikan verið einaráðandi í dansi frá seinnu helvt av fimmtiárunum og í byrjanini av sekstiárunum.

Í 1962 vendist alt á høvdið. Vilhjálmur Hansen (Ville), Doffa og Sørmund Olsen byrjaðu hetta árið ein tónleikabólk. Ville spældi á banjo, Doffa á gittara og Sørmund Olsen á eina trummu. Í fyrstani var talan um barnaleik. Men á heysti 1962 sluppu teir at venja á loftinum í gamla KÍ húsinum. Mánaðarskiftið november-desember í 1962 skipaði KÍ fyri veitslu. Unga manningin hevði lovað at spæla nakrar sangir á veitsluni sum tøkk fyri lán av venjingarhøli. Døgurði var í gomlu dansistovuni og dansur í Atlantis Bio. Harmonika spældi. Men brádliga trinu Ville, Doffa og Sørmund á pallin. Teir nevndu seg Playing Boys.

Eg minnist ikki hvussu nógvar sangir, vit framførdu, men tað gekk bara útmerkað – fólkið vildi bara hava meira og meira og meira. (Christoffer Jensen, samrøða, 18. januar 2003)

Á vári í 1963 mentist bólkurin munandi. Teir komu í samband við Tóra Andreasen. Hann dugdi at spæla á gittara og hevði royndir frá streingjabólki við tilknýti til samkomu í býnum. Hann var fúsur at royna seg sum sologittarleikara.

Spælið gjørdist til seriøsan popptónleik. Úrvalið av løgum øktist. Nýggj ljóðføri komu í staðin fyri tey gomlu. Gittarar og trummusett vórðu bíløgd niðri frá. Ein gamal Faroe Boys forsterkari varð keyptur frá Simma. Hann hevði rúmklang og ekko. Slíkt høvdu klaksvíkingar als ikki hoyrt áður. Tá teir hildu seg vera førar fyri at spæla eitt heilt dansikvøld, settu teir seg í samband við leiðaran á Atlantis Bio, Bernard Brim, sum beit á. Bólkurin skifti navn til Atlantis. Fyrstu poppstjørnurnar í Klaksvík vóru føddar.

Tað hendi seg onkuntíð, at vit máttu hava ein stegð í okkara framførslum, og plátur vórðu spældar. Tá var misnøgdin stór – ikki talan um – so tað tordu vit ikki at gera ov ofta. Fólk vildu hava, at vit spældu okkara tónleik. Poppurin var komin og tey vildu ikki aftur til tað gamla. (Christoffer Jensen 18.01.03)

Atlantis spældu mest instrumentalløg, tí teir ikki høvdu útgerð at syngja í. Tórur Andreasen gjørdi nøkur løg, ið bólkurin framførdi. Eitt teirra, Atlantis Twist, var væl dámt at dansa eftir.

Á Norðoyarstevnu í 1964 spældi Atlantis til dans fyri fullsettum húsi. Stemningurin var so mikið góður, at vit byrjaðu at syngja eitt sindur. Tað var akkurát, sum man sær í útlondunum, hesir groupieirnar, ið vilja storma pallin og skræða buksurnar av okkum. Vit máttu simpulthen gevast at spæla. (Christoffer Jensen 18.01.03)

Í august mánaði í 1964 fór stigtakarin Vilhjálmur Hansen til Havnar at ganga á læraraskúla, og Doffa fór til Danmarkar. Sørmund Olsen og Tórur Andreasen hildu fram við øðrum tónleikarum, m.a. Niels M. Johannessen (í Horni) á bassgittara og Jákup á Fløtti Jacobsen á rýtmugittara. Eisini var Rudolf Niclasen onkuntíð við.

Christoffer Jensen, Doffa, andaðist í 2016.