Á Malta eru nógvir føroyingar í løtuni og fleiri ivast kanska í at fara til dystin hóskvøldið, tá KÍ vitjar hjá Birkirkara í Europa League.
Dysturin verður leiktur á The Centenary Sadium í Ta’ Qali. Hesin leikvøllurin tekur áleið 3000 áskoðarar og liggur beint við stóra tjóðarleikvøllin á Malta. Dysturin byrjar kl. 19.00 lokala tíð (18.00 føroyska tíð).



