Einasti av størru línubátunum ið er úti í Norðoyggjum í dag, er Brandur. Tá vit tosaðu við Janus Sørensen, skipara fyri løtu síðani, letur hann ikki væl at fiskiskapinum seinastu dagarnar. Vit vóru tveir túrar norðanfyri og fingu 4000 pund hvnn túrin. Seinasti túrurin gav um 3000 pund og í dag er neyvt 100 pund upp á stampin.
Tað sýnist sum um, at toskurin tekur ikki agnið, tí vit fáa at kalla bert hýsu, í dag er nakað av hvítingi uppi í.
Tá eg nevni fyri Janusi at Jógvan Petersen, skipari á Fiskakletti segði, at hann hevði togað tætt við línuna hjá Brandi og hevði fingið nærum bert tosk, ímeðan Brandur tann dagin at kalla bara fekk hýsu, sigur Janus, jú, jú, soleiðis var, so vit vænta nógvan tosk í heyst í staðin, var viðmerkingin frá Janusi Sørensen, skipara á Brandi.







