Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðsøki siglir heim

Oliver Joensen

Snellubátarnir, Norðsøki og Líðhamar hava báðir verið undir Íslandi við snellu. Í gjár boðaði Norðsøki frá, at teir fóru at royna dagin og fóru síðani at sigla heim. Teir mettu set til eini 55 til 60.000 pund. Meginparturin er upsi, men teir hava eisini nakað av toski. Byrjanin av túrinum var góð, tá teir fingu um 12.000 og 10.000 í tveir dagar. Men veðrið hevur ikki verið til vildar og ein dagin lógu teir bakk.

Norðsøki væntast á Klaksvík fríggjakvøldið.

Líðhamar fór tríggjar dagar seinni enn Norðsøki yvir, so hann hevur nakað av tíð eftir. Vit hava ikki frætt nærri frá honum í morgun.

Harleywoodpaint