Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kópur á Kallsfles

Oliver Joensen

Tað hevur ligið á ljóði, at steinkópur skuldi aftur halda til á Kallsfles. Á okkara túri til Kallsvíkar, vóru vi tí spentir at vita, um tað kundi eydnast okkum at síggja onkran steinkópin her. Men tað eydnaðist okkum ikki.

Um láturkópin, sum vit sóu einar 10-12 av har á flesini, sigur Bjarni Mikkelsen frá Náttúrusavnunum at: 

Kóparnir eru láturkópar, onkur vaksin opna og so ungkópur. Opnurnar og ungur kvennkópur eru oftast ljósar um vangan og búkin, og gráar um bakið, meðan brimlar og ungur kallkópur eru myrkari/svartir. Tá kópurin hevur ligið á landi og er feldurin er tornaður, so blívur hann ljósari á liti.

Harleyfacadeacryl