Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Birkirkara hevur fleiri ferðir spælt seg víðari á útivølli

Jákup Ósá

Birkirkara skorar sum oftast í sínum útidystum í Europa.

Fyri tveimum árum síðani skoraði liðið í øllum trimum útidystunum í Europa.

KÍ fekk góðan 1-1 javnleik á Malta síðsta hósdag og tí er lagt upp til eitt brak hósdagin, tá KÍ fær vitjan av Birkirkara í seinna og avgerandi dystinum í undanumfarinum í Europa League.

Men at KÍ framvegis hevur stóra uppgávu fyri framman er lítið at ivast í. Tí Birkirkara hevur góð úrslit í Europa kappingum og eisini á útivølli seinastu árini. 

Í 2016 kom Birkirkara í 3. umfar og skoraði í øllum trimum útidystunum. Liðið slerdi tá lið úr Bosnia & Hersegovina og Skotlandi út úr kappingini. Birkirkara hevur skorað í 5 av seinastu 6 útidystunum í Europa kappingum og bæði ímóti Hearts í 2016 og Ulisses í 2015 vóru tað úrslitini á útivølli, sum førdu Birkirkara víðari. Í 2015 var Birkirkara bara eina brotssparkskapping frá at sláa West Ham út úr Europa League. 

Dysturin hóskvøldið í Gundadali byrjar kl. 19.00.