Dysturin ímillum KÍ og Birkirkara kundi stroymast gjøgnum FSF. Nógv nýttu møguleikan, men tað var sum at grýta pening á bláman. Svartir skermar og vánalig tænasta eru skoðsmálini frá KÍ fjepparum burturi og heima.
Á KÍ fjepparabólkinum á facebook samskifta fólk um mangt og hvat, sum hevur við KÍ at gera. Í kvøld fær FSF av grovfíluni inni á bólkinum, tí so mong hava goldið fyri at síggja dystin, men tey sóu annaðhvørt onki, ella hakkaði illa í, ella var nógvur órógvandi tekstur á skerminum.

FSF er farið at stroyma føroyskan fótbólt og taka pengar fyri tað. Fleiri KÍ fjepparar nýttu møguleikan, men útyvir at peningurin fór í vaskið, so var skuffilsi kanska enn meira keðiligt, at tey nú ikki sluppu at síggja sítt elskaða KÍ, tá tað nú var stilla teimum í útsigt.
Útisiglarar, KÍ fjepparar burturi í fremmandum londum og KÍ fjepparar herheima, ið ikki kundu verða til dystin eru ikki blíð við stroymingstænastuna hjá FSF.



