Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frá KÍ til EB/Streym

Jákup Ósá

KÍ leikari skal eftir summarsteðgin spæla við EB/Streymi.

Aksel B. Danielsen skal eftir summarsteðgin spæla við EB/Streymi. Hann hevur sáttmála við KÍ fyri 2018 og 2019 og talan er um leiguavtalu fyri rstina av hesum kappingarárinum.

 

 

EB/Streymur skrivar soleiðis á sínari heimasíðu:

EB/Streymur hevur gjørt avtalu við KÍ um at leiga unga og evnaríka áleyparan, Aksel B. Danielsen, fyri tað, sum er eftir av kappingini.

Aksel er 19 ára gamal áleypari. Hann er ein sera hart arbeiðandi leikari við sera góðum máltevi.

Aksel hevur leikt 8 dystir fyri Betriliðið hjá KÍ og skorað eitt mál. Í 1.deild hevur hann leikt 59 dystir og skora 30 mál!

Í Landsliðshøpi hevur Aksel umboðað Føroyar á U17 og U19 landsliðnum.

Aksel er beiggi Ragnar, sum er í felagnum, og sonur Olgar Danielsen, ið var venjari, tá vit vunnu okkum upp aftur í bestu deildina í 2015. Elsti beiggin, Niels Paula Danielsen, er við sínum 128 dystum fyri EB/Streym, heldur ikki ókendur í felagnum.

Harleywoodpaint