Ikki færri enn trý gull heiðursmerkir komu til KRF í Vestmanna í dag.
KRF hevur vanliga opið neyst, tá manningarnar koma aftur til Klaksvíkar óansæð úrslit. Í kvøld verður lagið tó helst betri enn vanligt fyrr í ár, tí KRF vann tríggjar róðrar á Fjarðastevnu í Vestmanna í dag. Fípan Fagra við dreingjum í barnaróðri, Páll Fangi hjá monnum og Klaksvíkingur hjá 10-mannaførum. Hetta er fyrstu ferð í ár, at Fípan Fagra og Klaksvíkingur vinna. Harafturat endaði Páll Fangi á 2. plássi hjá kvinnum.
Væntandi vera manningarnar í Klaksvík áleið kl. 19.30, og tá verður opið fyri almenninginum til kaffi o.a. gott. Øll eru vælkomin, verður sagt frá KRF.



