Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógv ivamál í KÍ hópinum

Jákup Ósá

Í mun til fyrra dystin móti Birkirkara, tá KÍ kundi stilla við nærum sterkastu uppstilling, so kunnu fýra leikarar fara at mangla týsdagin til fyrra dystin móti Zalgiris.

Mikkjal K. Thomassen sigur eftir venjingina í dag, at í løtuni er støðan ógreið við fleiri leikarum. Semir Hadzibulic bleiv skaddur móti Birkirkara, meðan Jóannes Bjartalíð sat skaddur uttanfyri móti Birkirkara. Harafturat er toppskjúttin hjá KÍ í Europa, Deni Pavlovic, eisini ivasamur vegna skaða. Afturat hesum skal leggjast afturat, at Marko Dusak ikki er í KÍ longur, og tí kunnu heilt upp til fýra leikarar koma at mangla av teimum, sum spældu fyrra dystin móti Birkirkara frá byrjan.

KÍ venjarin vónar at hava flestu leikararnar við týsdagin, men væntar at onkur av áðurnevndu leikarum ikki kann spæla frá byrjan.