Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Javnaðarflokkurin úti við valvideo

Jóhann Lützen

Í kvøld gongur ein stuttur filmur hjá Javnaðarflokkinum runt á sosialu miðlunum. Politisku avrikini verða gjørd upp. Javnaðarflokkurin vil halda fram í samgongu.

Tað styttist til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi um 14 mánaðir. Í kvøld hevur Javnaðarflokkurin kunngjørt ein stuttfilm har avrikini hjá samgonguni verða lýst.

Løgmaður, landsstýrisfólk og tinglimir hjá Javnaðarflokkinum hava deilt filmin á Facebook, so tað er týðuligt at her er talan um eitt samstillað politiskt átak. 

Sí filmin niðanfyri.