Klaksvíkingur misti nógv í miðróðrinum og tí var ein góður endaspurtur ikki nokk, tí Ormurin Langi hevði tá vunnið seg ov langt framum.
Klaksvíkingur vann á Fjarðastevnu, men á Vestanstevnu í dag svaraði Ormurin Langi aftur og vann við hálvari bátslongd. Klaksvíkingur vann inná í endaspurtinum, men tá var ov seint, hóast Klaksvíkingur fekk Suðuroying aftur.
1. Ormurin Langi
2. Klaksvíkingur
3. Suðuroyingur



