Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vandu í torusláttri í Vilnius

Jákup Ósá

(Vilnius) Toran gekk javnan seinna partin av dagsins venjing hjá KÍ í Vilnius.

KÍ hevði í kvøld sína fyrstu venjing í Vilnius undan dystinum hóskvøldið. Venjingin var á LFF leikvøllinum, sum er sami vøllur, sum spælt verður á. Hetta er eisini vøllurin, har Litava spælir sínar landsdystir. 

 

Tað var gott veður fyrsta partin av venjingini, tá sólin skein í 26 hitastigum. Men seinnapartin av venjingini fór toran at ganga støðugt og nógv regn kom niður síðstu løtuna av venjingini. Allir leikararnir hjá KÍ fullførdu venjingina uttan Ólavur Niclassen, sum mátti steðga mitt í venjingini vegna búkilsku.