Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Minningarorð: Regin Askham 1958-2017, til áminnis

Victor Nielsen

Í dag, 18. juli 2018, hevði vinmaðurin Regin Askham fylt 60 ár, hevði hann livað. Tað ger hann tíverri ikki; Regin andaðist 10. oktober 2017 av Alzheimer sjúkuni. Regin var sonur Annu og Ejlev Askham. Tey vóru tvey systkin, Jórun og Regin. Anna arbeiddi í handli og vaskaði eisini fyri fólk, og Ejlev sigldi sum kokkur við línubáti. Familjan í Vágsgeil gjørdist ikki gomul; Ejlev doyði í 1984, 57 ára gamal, Anna í 2008, 71 ára gomul, Jórun í 2010, 55 ára gomul, og nú Regin, 59 ára gamal. Regin og eg vóru vinmenn gjøgnum nógv ár. Komu at kennast tíðliga í sjeytiárunum. Regin plagdi at “lána” Kreidler knallertina hjá pápa sínum, og sat eg uppiá nógvar túrar gjøgnum býin. Áhugin fyri bátum gjørdist okkara felagsáhugi. Regin átti ein sonevndan rasara, og babba hevði keypt eitt glasfipur fýramannafar úr Kaldbak. Við hesum fingu vit tíðina at ganga við at stima á Vánni í Klaksvík og á Pollinum í dagar og ár, inntil vit fingu onnur áhugamál. Regin fór tíðliga úr skúlanum í smiðjulæru hjá Petur Ova Ellingsgaard á Vágsheygnum. Hann helt fram at arbeiða har eina tíð inntil Egil, pápabeiggin, bað hann koma í smiðjuna hjá Kommununi at arbeiða. Har starvaðist Regin í nógv ár. Regin og eg áttu fleiri bátar saman. Sum sagt, so byrjað tað við hvør sínum stuttleikabáti á Vánni, men í 1984 slógu vit okkum saman um ein 24 fót glasfipurbát, sum vit riggaðu til fiskarí. Regin hevði gott handalag og gjørdi línuspæl og setti snellur í bátin. Hann var grammur at fiska, og nógvir vóru túrarnir við snellu á Skøllunum og við línu, bæði norðanfyri og sunnanfyri í Svínoyarhavinum. Í 1987 keyptu vit Dighamar úr Hvannasundi, sum var eitt sindur størri bátur. Eina náttina síðst í oktober 1987 mundi endað heilt galið, tá Dighamar tók at søkka suður úr Skorini. Zelotes hjá Billu Jógvan var á veg til útróðrar, og komu teir okkum til hjálpar og tóku Dighamar uppá sleip inn til bryggjuna á Norðoyri, har hann sakk. Eftir tógvi stríð og nógvar arbeiðstímar bleiv Dighamar flotaður aftur í 1988, og blivu tað til fleiri útróðrar- og skjótingartúrar næstu árini. Mammubeiggi Regin, Absalon hjá Langa Palla og Finnur Hvidbro áttu Eysturhøvda, sum teir róðu út við. Teir høvdu fingið gott eyga á Jøkli, sum hevði egningarmaskinu, frystilast og loyvi at veiða kalva í Íslandi. Endin var at vit fýra yvirtóku partafelagið Jøkul fyrst í nítiárunum. Báturin var ikki í allarbesta standi, og nógv orka og peningur fór til viðlíkahald hesi árini. Kalvatúrarnir við Ísland góvu eitt sindur, men fiskiskapurin við Føroyar bara versnaði, so hetta gjørdust nøkur trupul ár. Endabresturin kom í 1992, tá Jøkul fekk ein brotasjógv undir Íslandi, sum gjørdi stóran skaða á skipið, og tað var um reppið at teir bóru boð í bý. Skaðin var so stórur, at Jøkul bleiv ikki afturgjørdur. Stutt aftaná rakti víðagitna bankakreppan Føroyar, og alt vinnulív mestsum steðgaði upp. Haldi hendingin við Jøkli ávirkaði Regin nógv. Hann fór tó aftur til skips, og var við Kapitan Naumov í Barentshavinum og við Vitanum í uttanlandssigling. Regin endaði sjólívið við Havsbrún við Olgari Andreasen sum skipara. Eftir hetta skiltust leiðir okkara, og fingu vit báðir konu og børn næstu árini. Regin giftist við Hansu Magnusdóttir, og tey búsettust á Norðoyri. Børnini eru Amanda, Rebekka og Maria. Eg møtti Regini viðhvørt, og prátið snúðið seg sum oftast um nýggju tilveruna og familjuna. Hann lat væl at tilveruni sum húsbóndi og pápi, og var ógvuliga stoltur av familju síni. Regin var tónleikaáhugaður og spældi nógv uppá guitar. Hann skrivaði og týddi sangtekstir, og í samstarvi við Jákup Marner Anthoniussen komu sangir hjá honum út á fløgu. Fyri umleið tíggju árum síðani frætti eg at Regin ikki hevði tað so gott. Møtti honum einaferð í Bónus og vit fullu í prát. Hann fortaldi mær at hann var blivin sjúkur, men dugdi ikki at siga hvussu sjúkan kallaðist. Tá vit løtu seinni møttust aftur uttanfyri kom hann til mín og segði mær, at sjúkan kallaðist Alzheimer. Hetta var ongin serligur fylgissveinur hjá Regini at fáa. Hann livdi so frægt sum hann kundi við hesi sníkjandi sjúkuni tey næstu árini, inntil sjúkan noyddi hann at flyta á røktarheim. Tað var svárt at síggja, hvussu Regin so líðandi hvarv inn í gloymskuna. Eg vitjaði hann onkutíð á Heiminum við Vágna, men prátið fall ikki eins lætt sum fyrr. Seinasta árið versnaði Regin skjótt, og hin 10. oktober 2017, júst komin til Barcelona á silvurbrúðarferð við familjuni, fekk eg deyðsboðini av Regini. Av tí sama var eg ikki við til jarðarferðina hjá honum. Má Harrin styrkja tykkum Hansa, Amanda, Rebekka og Maria í komandi tíðum. Æra veri minnið um vinmannin Regin Askham. Victor