FAKTA: Tá sitandi samgongan tók við var kvotan í Barentshavinum 30.300 tons, ongin uppboðssøla og ongin økiskvota. Í 2018 er kvotan í Barentshavinum uml 27.700 tons og 17 prosent av hesum er selt á uppboðssølu.
MYNDATEKSTUR:
Ovara talvan vísir, hvat miðaltalið seinastu 10 árini hevur verið í Barentshavinum. Árini 2011-2013 var eingin sáttmáli við Norra, og tí er í talvuni niðanfyri uppsett 3.800 tons fyri hesi árini, fyri at samalíkningstølini skulu kunna samanberast.
Niðara talvan vísir miðal tonsatalið í Barentshavinum seinastu 10 árini – her er einki uppsett fyri Noreg árini 2011-2013, tá eingin sáttmáli var við Norra.
T.v.s. kvotan sum verandi aktørar vanliga hava fiskað í Barentshavinum er minka góð 7.000 tons. Afturat hesum kann Fiskimálaraðharrin til einhvørja tíð takað økiskvotu uppá 8,5 prosent.
Nýggja lógin sigur at alt omanfyri 27.000 tons skal seljast á uppboðssølu. Um kvotan er minni enn 27.000 tons ella minni skulu 15 prosent á uppboðssølu og landsstýrismaðurin lann lata 8,5 prosent sum menningarkvotur. Tvs at verandi aktørar kunnu í besta føri ráða yvur 76,5 prosent av kvotuni frá 27.000 tonsum og niðureftir. Er kvotan 27.000 tons ráða verandi aktørar/reiðaríð yvir umleið 20.600 tonsum. Meðalkvotan seinastu 10 árini hevur verði um 25.000 tons.
Tað er sera óheppi at løgmaður ikki megnar at halda seg til veruleikan, at fiskivinnunýskipanin hevur stóra ávirkan á núverandi- og framtíðar møguleikar hjá JFK samtakinum í Barentshavinum.



