KÍF hevur sett nýggjan høvuðsvenjara fyri komandi kappingarár.
Andreas F. Hansen verður venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍF komandi kappingarár. Tað váttar Robert Poulsen, formaður í KÍF. Andreas hevur í fleiri ár verið venjari hjá ymsum liðum. Í fleiri ár var hann venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Kyndli umframt, at hann eisini hevur verið venjari hjá kvinnulandsliðnum og besta mansliðnum hjá Kyndli.
Fyrr í dag bleiv kunngjørt, at Nicklas Selvig spælir við KÍF komandi kappingarár.



