Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hvat er ein framíhjárættur?

Líggjas Johannesen

Tað tekur ongan enda við at kalla tað fyri ein framíhjárætt, at sleppa framat í føroysku fiskivinnuni.

Tá ið vit keyptu Klakk í 1993, hevði hann ligið í 6 mánaðar við kei. Ikki bara hann, men rættuliga nógv onnur fiskiskip. Áhugin fyri Klakki og øllum hinum skipinum var ikki stórur, og vit vóru teir einastu sum góvu eitt boð uppá skipið, og soleiðis var við øllum skipum, sum vóru seld um hetta mundið.

Eg kann eisini minnast, at eitt nótaskip við navninum Sjúrður Tollaksson lá í Gøtu. Hann var seldur av landinum av Bankanum, so her hevur ei heldur verið stórur áhugi at sloppið framat í nótavinnuni heldur tá í tíðini.

So er tað mín spurningur: Er tað ein framíhjárættur at keypa skip við fiskirættindum frá einum Banka og tað bara er eitt einasta boð uppá skipi og veiðirættindini?

Nær kemur framíhjárætturin í myndina, tá bert eitt einstakt boð kemur uppá eitt skip við fiskiloyvum?

Kann tað hugsast, at tað er ein framíhjárættur at sleppa undan, at vera við til at gera íløgur fyri at fáa fólksins ogn til høldar?

Harleywoodpaint