Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Býarbussurin og ferðslan í komandi viku

Tíðindaskriv

Summarfestivalurin stendur fyri durum 15. árið á rað, og vit gleða okkum til enn ein fantastiskan festival. Eins og undanfarin ár verður ferðslan kring miðbýarøkið umskipað í samband við festivalin.

Fyrireikingarnar til Summarfestivalin byrja at ávirka ferðsluna mánadagin 6. august, og broytingarnar eru galdandi alla festivalvikuna. Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 13. august.

Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki. Bussarnir hjá Bygdaleiðum steðga bert við steðgistøðini á Borðoyarvík, eisini leið 500 (Klaksvík – Viðareiði) og 504 (Klaksvík – Kunoy).

Trýst her fyri at síggja ferðslubroytingarnar.

Klaksvíkar kommuna heitir á øll um at vísa varsemi í ferðsluni, og ynskir somuleiðis øllum ein góðan Summarfestival.

Harleywoodpaint