Eg kann vátta at Lene Nystrøm er komin til skaða í samband við ein súkklutúr, men hon hevur tað fínt og megnar at hava sínar konsertir, sigur hennara norski umboðsstjóri Ole Fr. Jonsbråten við Ekstra Blaðið.
Aqua spælir á Summarfestivalinum, sum verður um bert fáar dagar. Lene Nystrøm, ella Aqua Lene, sum hon helst best er kend sum, hevur verið í einum litlum súkkluóhappi.
Øll tey mongu, sum gleða seg at hoyra Aqua á Summarfestivalinum, nýtast tó ikki at stúra, tí hennara umboðsstjóri hevur sagt við danska miðlin Ekstra Blaðið, at hon fær framført á hennar konsertum.
Sum viðmerking til myndina, skrivar Aqua Lene:
‘Shit happens, men solen skinner alligevel. På vej til Sverige’
Aqua fer á stóra pall í Klaksvík hóskvøldið kl. 22



