Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lítil vindur næstu dagarnar

Hanus Kjølbro

Tað veika lágtrýstið liggur beint vestan fyri Føroyar í dag, har tað spakuliga fer í upploysn.

Veðrið allan dag fer at vera sum í morgun: sól ella sólglottar (onkrasteðs skýggjað) saman við 5 til 10 m/s úr suðuri. Hitin um 11 til 14 stig. Í nátt verður skýggjað og okkurt ælið.

Í morgin er tað útsynningur-vestan, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt allan dagin, men spjaddir ælingar kunnu væntast kring landið. Um middagsleitið fer sólin aftur fara at kaga fram ímillum skýggini, men seint seinnapartin er samdrigið. Hitin í morgin fer at liggja um 11 til 14 stig.

Fríggjanátt ella -morgun fer ættin upp í útnyrðing, lítil vindur, minni enn 5 m/s – tað verður eitt sindur kaldari. Fríggjadagurin fer at vera turrur fyri tað allarmesta – okkurt hissini ælið – skýggjað, men eisini løtur við sól.

Leygardagin fer ættin niður í landsynning. Hetta verður um middagsleitið. Vindferðin fer at liggja undir 5 m/s – skýggjað loft við sólglottum.

 

 

Harleyfacadeacryl