KÍ hevur ikki havt so stóra áskoðarafjøld við Djúpumýru í fleiri ár sum til dystin í gjár.
2069 gjaldandi áskoðarar sóu ársins dyst í Betri Deildini í gjár, tá HB vann 1-0 móti KÍ. Harumframt koma KÍ árskort(áleið 200) og børn í fólkaskúlaaldri og niðureftir(leysliga mett til 600-800). So tilsamans tosa vit um eina áskoðarafjøld á áleið 3000. Tað er langt síðani, at so stór áskoðarafjøld hevur verið til dyst í Klaksvík. Mongu áskoðararnir sóu HB taka eitt stórt fet móti FM samstundis sum KÍ misti týðandi fet.
Fimm stig eru á muni millum HB og KÍ, sum eru tey bæði fremstu liðini. Hóskvøldið kann munurin økjast enn meira, tá KÍ møtir B36, meðan HB møtir 07 Vestur.



