Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stangadrongurin Grímur Rasmussen 80 ár

Líggjas í Bø

Mínir næstu grannar og fyrstu vinmenn vóru javnaldrarnir Bjarni og Grímur, báðir føddir 13. august 1938.  Vit vuksu upp dygst við stóru ánna Ravnagil í býlinginum á Stongunum.

Staðið, har vøggan stóð og áartutlið altíð hoyrdist, blívur við at liva í huganum.

Tá í tíðini hevði hvør býlingurin sína egnu mentan. Býlingur okkara æt “á Stongunum” og vit vóru stangadrongir.

Einaferð stangadrongur, altíð stangadrongur. Og sjálvt um Grímur flutti út í Grótið at verða sum stórur smádrongur, so hevur hann sjálvandi verið stangadrongur alt lívið.

Alt frá tí fyrsta, vit komu út í tún at spæla, kendist áin sum ein meginæðr í lívi okkara. Har byrgdu vit hyl og bygdu brúgvar og flotaðu skip og bátar í  Stórahyli.

Fyri at minna um alt hetta, fekk Grímur yrkingina, sum her er prentað, í føðingardagsgávu, tá ið hann fylti fimti – her er eitt lítið sindur pjøssað uppá hana. Og eg haldi, at hon er líka viðkomandi enn.

 

Tá Stangurnar var verðin øll

Tað var tann tíð,

tá Stangurnar var verðin øll,

og rúmdin rakk

til næstu fjøll.

Ein meginæðr

var Ravnagil,

og har øll heimsins lond

kring Stórahyl ….

 

Har sigldu bátar

høv við tungum farmi,

tá bylgdist mangt

í lítlum pilta barmi.

Men verðin vaks

so við og við,

og einaferð var Bedingsboyan

ytsta mið …

 

Mangt undurverkið tá

varð piltum opinberað:

tarabrosmur, krabbar

og mong ein løgin vera.

Og glasállur

kom undan kavi

–       ein fyrsta heilsan frá

tí stóra havi.

 

Ein fjálgur heimur,

tær Stangurnar sum vóru,

sum fylgdu piltum

hvar teir síðan fóru.

Eg giti enn

í huga tínum gongur

ein ævigt ungur

Stangadrongur ..

 

Góði vinur og javnaldri: eg takki miriliga fyri alt tað góða, vit hava havt saman og ynski hjartaliga tillukku!

Líggjas