Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipari og vinnulívsmaðurin Grímur Rasmussen 80 ár

Líggjas í Bø

Sum tann skilamaður Grímur er, vildi hann fegin finna sær fljóð og festa búgv, áðrenn hann tók við øðrum stórum avbjóðingum. Hetta eydnaðist honum sera væl.

Hann fann sær konu úr Leirvík, Kláru, og tey búsettust í Jørisgøtu í Klakksvík.  Hjúnarlag teirra hevur verið framúr gott, og tey hava altíð stuðlað hvønn annan treytaleyst. Tey fingu 3 børn saman:  Sylvin, Frimodt og Durid.

 

Sjógvurin dró

Sum hjá teimum flestu í okkara ættarliði valdi Grímur sær sjógvin sum yrkisleið. Vit vóru báðir saman fyrsta túrin til skips; tað var um heystið 1955 við Fuglberg á sildaveiði í Eysturdjúpi

Okkara leiðir skiltust tá, men krossaðust aftur fleiri ferðir fram gjøgnum lívið, og eg eri sera takksamur fyri tað góða samskifti, vit altíð hava haft.

Grímur hevði ættarmenn í bæði borð, sum vóru slóðbrótarar hvør á sínum øki, og tað eggjar sjálvandi yngra ættarliðinum til.

Grímur royndi at kalla øll slag av fiskiskapi: hann róði út, fiskaði við línu, við gørnum, troli og nót. Hann róði út við Stellu-Póli við Varpinum; hann var við Liljuni í 1956 og -57, og í 59 var hann við Juvel hjá Ervikarunum.

Lívsins skúli er tann týdningarmesti, men tað bókliga skal eisini til, um hugurin er at stremba hægri.  Og tað vildi Grímur;  hann fór á stýrimansskúla í 59 og var avlærdur í 1961.

Í 1962 fór hann sum stýrimaður við Stellu Mariu, og har var hann, til hann 2 ár seinni fór sum skipari við Karinu. Hetta var eitt frystilínuskip, sum mest royndi eftir hemara fyri vestan hav. Og undirritaði var við hesum skipi, við Grími sum skipara, ein heldur sjáldsaman túr í 1965.

 

Ein sjáldsamur skipstúrur

Farið varð úr Føroyum í februar, og vit komu aftur í september, so hetta mundi vera ein teimum longstu skipstúrunum nakrantíð.

Vit løgdu fyrst inn í Íslandi at keypa kjøt. So lá leiðin til Nuuk í Grønlandi eftir einari last av flaki, at flyta til USA. Flakið varð lossað í land í einum lítlum býi beint norðanfyri New York, sum eitur New Bedford.

So varð farið út á New Foundlands bankarnar at royna eftir hemara. Tað vísti seg, at hetta var eitt ringt hemaraár. Vit royndu á øllum teimum vanligu hemaraleiðunum, men fóru so longur og longur suðureftir at leita. Eg minnist, at vit fingu nakað av smáum hemara beint út fyri New York.

Tá vit komu suður eftir, fingu vit fiskar, vit ikki høvdu sæð fyrr, t.d. svørðfisk og spjótfisk. Men mest varð tað hávur av ymiskum slag, sumt ógvuliga stórt. Vit vistu sjálvandi ikki, hvat ið etast kundi og ikki, og tað bleiv samskift nógv heim um, hvat ið vit skuldu frysta, og hvat ið skuldi blakast út.

Vit endaðu heilt suðuri á Florida, og vit sóu, tá ið onkrar rúmdarrakettir vórðu skotnar  upp frá Cap Canaveral! Veðrið var alla tíðina av tí alra besta, so á mangan hátt var hetta gott sjólív.

Tað eydnaðist at fáa mest sum uppí lastina, og vit komu aftur til Føroya í september.

Grímur var skipari á saltfiskabátinum Havsøka ein Grønlandstúr í 1968.

Til tess at “læra seg” mannagongdirnar umborð á flakatrolarum, var hann eina tíð við Vesturvón. Eftir tað førdi hann flakatrolaran Stellu Karina til hon varð seld í 1973

 

Rækjuveiða

Trúgvi Laksafoss bygdi sær rækjutrolara, sum  fekk navnið Karina; har loysti Grímur av sum skipari 2 túrar.

Tað var ikki altíð so nógv at fáa, og tá fáa menn sjálvandi hug at royna okkurt nýtt.

Einaferð fór Grímur nógv longur norður enn nakað rækjuskip hevði verið áður, og har fann hann nýggj rækjumið, og hann gjørdi ein rimmar túr.

 

Bygdi egnan knørr

Í 70-árunum lat Grímur, saman við faðiri sínum, Frimodt, og øðrum monnum byggja nýtt nótaskip á Skála. Tað fekk navnið “Durid” eftir móður hansara, sum doyði tíðliga, og Grímur var skipari frá tí at skipið fór í vinnu í 1976.

Hetta var ein stórur dreymur, sum gjørdist veruleiki.

 

 

Ein minnilig hending var tað, tá ið Durid, einaferð Grímur ikki var við, varð tikin av bretska herflotanum og førd inn í Lerwich, har sakarmál stóðst av. Tá fleyg Grímur til Hetlands og streyk av stað við Durid, beint fyri nøsini av bretska flotanum!

Nógv rok stóðst av, og hetta kom í heimspressuna. Men hesin parturin spældi væl av, tí her var ikki talan um skiparán – Grímur hevði einki ólógligt gjørt!

Men skipið var dýrt og tað skuldi nógv til, fyri at fáa alt at hanga saman. Skipið varð selt av landinum í 1981, meðan leikur enn var góður. Tað kendist sjálvandi sum ein sárur missur hjá Grími.

 

Millumleikur

Trúgvi Laksafoss var í meðantíðini farin undir laksaaling, sum hesa tíðina tók seg nógv fram í Føroyum. Grímur fekk starv sum fyristøðumaður í alingini, men fyritøkan hjá Trúgva kom í trupuleikar og mátti gevast við alingini.

 

Eyst-Lax

Í 1990 tók Grímur stig til at stovna alifyritøkuna Eyst-Lax saman við Líggjasi og Símun Paula úr Konoy. Talan var um aling á sjónum í Hvannasundi og smoltstøð á landi á Norðtoftum.

Tað vóru ógvuslig sveiggj í gongdini hjá alivinnuni í 90-árunum, men samanumtikið gekk tað hampuliga og nógvar útbyggingar vórðu gjørdar. Mitt í kreppuárunum bygdi Eyst-lax nýggjan brunnbát  í Fuglafirði, at flyta livandi laksin til Klakksvíkar við. Hetta var einasti nýbygningur í Føroyum tá í nógv ár.

Herviligar fiskasjúkur beindu  fyri at kalla allari føroysku alivinnuni um aldarskiftið, og tað endaði við, at Eyst-lax, sum so nógvir aðrir, fór uppí endurreistu Bakkafrost-fyritøkuni.

 

Sleipistøðin

Grímur og hansara menn hava keypt seg inn í Sleipistøðin. Nú eru leiklutirnir umskiftir: nú er tað sonurin Frimodt, sum gongur á odda, dygt stuðlaður av teimum eldru (Grími og Símun Paula). Soleiðis skal tað vera.  Har grør um gangandi fót.

Og í ár varð Frimodt kosin ársins leiðari! Tað hevur Grímur fegnast um.

 

Heilsan

Tíverri hevur heilsan bila seinnu árini.

Nú tú fyllir 80, verður ynskt tær hjartaliga tillukku, samstundis sum biðji verður eftir, at heilsustøðan skal batna.

 

Líggjas