Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fremsta virkið í heiminum og fiskivinnuhøvuðsstaðurin

John William Joensen

Í kvøld kl. 19 verða tveir áhugaverdir fyrilestrar í Miðhøllini á Skúlatrøð. Tað er stjórin á Varðanum Pelagic Bogi Jacobsen og  borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Skorheim, sum fara at halda fyrilestrar.

Kl. 19:00 
ÚR ØSKUNI INN Í FRAMTÍÐINA
Bogi Jacobsen, stjóri í uppisjóvarvirkinum, Varðin Pelagic, greiður frá endurbyggingini av uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri og visiónum aftan fyri virkið á Tvøroyri. 
 
Framtíðin í fiskivinnuhøvuðstaðnum
Jógvan Skorheim borgarstjóri greiður frá menningini av Klaksvík og visiónunum og ætlanum, sum býráði hevur sett út í korti og framtíðarkørmum fyri vinnu-, handils- og mentanarlív.
 
Aftaná framløgurnar verður høvið at seta spurningar og gera viðmerkingar.
 
Eisini ber til hjá fólki at royna serliga 3D útgerð og uppliva framtíðar miðbýin í Klaksvík í tykisveruleika (virtual reality).
 
Eisini bjóðar Sjómannadagur kaffi og smákøkur.
 
 

Harleywoodpaint