Sjomannadagur.fo úr savninum 14.08.12
Anfinn Hansen er 24 ára gamal og hevur seinasta hálvtannað árið róð út við Kallanes. – Mær dámar væl hetta arbeiðið, men eg skilji væl, at ungt fólk ikki setist við í hesi vinnuni, sigur hann m.a.
Útróðrarvinnan hevur verið í kreppu seinastu árini, har færri og færri bátar rógva út. Fer ein norður á stengurnar í Klaksvík í dag, sum altíð hevur verið útróðrar “hjartað” í Føroyum, so standa fleiri skúrar tómir og í mun til fyri bara 10 árum síðani, so er afturgongdin stór og nógv minni fólk starvast í hesi vinnuni.
(Brot úr grein sum er í Norðlýsinum í dag)
Einki ungt fólk
Ein trupulleiki í vinnuni er eisini, at yngri fólk ikki setist við. Talan er serliga um eldir menn, sum dríva virksemi, men onkur yngri finst ímillum teir meira garvaðu. Ein teirra er 24 ára gamli Anfinn Hansen í Klaksvík, sum seinasta hálvtannað árið hevur róð út við Kallanes og sum altíð hevur havt áhuga fyri útróðri. Hann hevur sína frágreiðing uppá, hví einki yngri fólk er í útróðrarvinnuni.
– Í dag eru tað flest eldri mans, sum eru í útróðrarvinnuni. Stamman er kanska 50 ár og eldri og tað sigur sítt. Eg vildi mett, at tað eru umstøðurnar sum gera, at yngri fólk ikki setist við í útróðrarvinnuni. Tað er so ótrúliga nógv rull, nógv meira enn á øðrum fiskiskipum og arbeiðstíðirnar eru so ymiskar, har tú svevur millum lítið og einki. Ein vanligan túr, sum varðar í 20-24 tímar, svevur tú, tá vit sigla út, kanska ein fær ein tíma í onkrum miðrúmi – tað velst um fiskiskapin – og so aftur, tá vit sigla inn. So tað er ikki nógvur svøvnur. Tað ringasta við útróðrinum er rullið, sum als ikki kann samanberast við nakað annað og serliga um veturin kann verða buldraligt. Og so er tað eisini lítið hugaligt hjá ungum fólki, at fara uppí eina vinnu, har landsins myndugleikar í heilum hótta við at taka grundarlagið undan vinnuni við at tosa um skerjing av fiskidøgum, sigur Anfinn Hansen við Norðlýsið.
Egnikappingin
Á Sjómannadegnum er egnikappingin tann kappingin, sum Anfinn ætlar sær at luttaka í og hann hevur sín favoritt til í ár.
– Tað hevur verið ætlanin hjá mær, at farið at kappast í egningini. Eg havi verið fleiri ferðir áður og tvey 3. pláss eru mínar bestu endastøður. Eg havi lítið og einki engt seinastu tíðina, tí eg havi verið umborð. Tá tú spyrt um favorittar í egnikappingini, so má eg siga, at lærumeistarin John Havn er mín favorittur, hóast hann ikki hevur verið í útróðrinum seinastu árini. Størsti avbjóðarin vænti eg verður Martin Simonsen, sigur Anfinn Hansen at enda við Norðlýsið.
Við Kallanes hava umframt Anfinn Hansen verið Eyðálvur Vang, Árni Zachariassen við seinastu tíðina og so er Auðunn Konráðsson heimamaður.
Skrivað hevur: Jákup Ósá


