Vestmanna fiskavirki, Pf. Skip/Snarfrost, Pf. Sjógæti, Rock Trawldors, Vørustíggjur, Delta Seafood, Jókin, Kósin Seafood og Næraberg, Steintór og TG Fish hava fingið menningarkvotur
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri skipaði fyri tíðindafundi i dag. Høgni upplýsti at svarini til umsøkjararnar fóru út í dag. Tøka nøgdin til menningarkvotur 2018 er:
Svartkjaftur: 41.912 tons
Makrelur: 8.749 tons
Norðhavssild: 7.510 tons
Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur roknaði út í Kringvarpinum ígjár, at samlaða virðið er 66. mió krónur.
Talan hevur verið um 40 umsoknir, upplýsti Høgni Hoydal. Høgni Hoydal segði at fiskimálaráðið fylgir tilmælinum frá metingarnevndini. Tó var ein hoyring sum skal avgreiðast fyrst, segði fiskimálaráðharrin.


