Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Øvugt samband millum arbeiðsloysið og menningarkvotur

Johnny í Grótinum

Í kunngerðini um tillutan av menningarkvotum frá 9. mai 2018 er ásett, at umókn um menningarkvotu skal lúka ein av trimum treytum fyri at fáa tilluta kvotu: (1) Avmarkað atgongd til sjófeingi. (2) Stórt arbeiðsloysi. (3) Støðugt minkandi fólkatal.

Tey bæði økini, Vágar og Norðstreymoy, sum hava fingið tilluta størsta partin av menningarkvotunum, eru eyðkend við serstakliga lágum arbeiðsloysi. Ávíkavist 1,5% og 1,6%, svarandi til onki arbeiðsloysi. Fólkatalið er heldur ikki støðugt minkandi.

Tað kann væl vera, at hesi bæði økir í dag hava avmarkaða atgongd til sjófeingi, men um menningarætlanirnar skulu fremjast í verki skulu tøkar hendur til. Eisini tí, at annað krav til menningarverkætlanirnar í kunngerðini er, at tær skapa fleiri arbeiðsmøguleikar. Tøkar hendur finnast ikki í hesum økjum. Hinvegin finnast tøkar hendur í Suðuroynni.

(Útrokningin niðanfyri av býtinum av menningarkvotum byggir á, at fýra ára kvoturnar hava somu stødd komandi árini.)