Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Húkurin vaskaður og klárur til Føroya Sjómannadag

Oliver Joensen

Ì dag kom Klaksvíkar Sløkkilið til rundkoyringina við Flesjar í einum ørindum, nevniliga at vaska húkin. Tað vóru teir báðir Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari og Ernst Vágsgarð, ið komu við einum stigabili og einum tangabili at taka sær av vaskingini.

Húkurin hevur nú staði har á sama stað í 8 ár, Nakað av rumbuli var um plaseringina og um húkurin kundi verið til ampa fyri ferðsluna, men onki er broytt hesi átta árini. Húkurin stendur á sama stað og bilar hava verið fyri óhappum har á leið, men higartil hevur húkurin ikki verið partur av nøkrum bilóhappi. – Hann stendur líka restur sum tá hann var settur upp har fyri 8 árum síðani.

Ikki kann sigast annað enn at húkurin er sera væl úr hondum greiddur frá TTS á Skarðhamri. Húkurin var blankt poleraður tá hann var settur upp og enn er hann flottur og blankur á at líta. Tó, vindur og veður hava lagt ikki sørt a blettum á stálið hesi átta árini. – Flestu vita, at lágættin hevur dálking við sær, tað vita eitt  eitt nú húsaeigarar, sum í gjøgnum árini hava málað hús síni hvít. Sunnara síða hjá teim flestu man vera mest dálkaða síðan av húsunum.

Sama var trupulleikin hjá Húkinum, tó, um ikki neyðugt er at vaska oftari enn 8anda hvørt ár, so er tað væl til at liva vi?

Annars høvdu vit í Føroya Sjómannadegi ikki vænta so ógvusliga positiva móttøku av hesum átakinum, sum hesi átta árini hava víst. Húkurin er vorðin eyðkennið fyri Klaksvík langt út um okkara landoddar.