Minnist eg rætt, so blívur tað til umleið 4000 vaflur. Tað er nakað tað, vit bakaðu seinasta ár. Vit telja ikki fólkini, sum vitja okkum á Sjómannadegnum, til kaffi, vaflir, rundvísing og ymiskt annað, men vit meta at onkustaðni ímillum 2.500 og 3000 vitjaðu okkum tann leygardagin, segði Árni Skaale, stjóri á Looknorth.
Umframt kassar, flot og mangt mangt annað, sum Looknorth framleiðir til vinnuna, framleiðir Looknorth eisini Kópakonuna í gávustødd og nýggjasta skotið á hesi greinini er føroyski leypurin.
Leygardagin verður høvi at síggja hvussu føroyski leypurin verður framleiddur í ministødd.
Til at nøkta tørvin á kaffi og vaflum, hava tey á Looknorth keypt inn 10 kaffimaskinur og 15 vaflujørn. So, tú kanst vera vísur í einari nýgjørdari vaflu og heitum kaffi tá tú vitjar inn á gólvið Leygardagin 18. august ímillum kl. 13.00 og 17.00.











