Klaksvíkingur vann gekkin í kvøld.
Klaksvíkingurin Kristian Joensen fór avstað við gekkinum í kvøld, sum var 130.000 kr. Hann valdi at koyra pengarnar í bláa leypin vegna KÍ litin og seinni kundi hann staðfesta, at blátt er gott. Hóast hann fór ein seym ov langt næstu ferð, so eydnaðist í triðju og seinastu royndini.



