Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn heirðraði Tórodd

Norðlýsið

Hóast hann spilti Bjørn Kalsø út so tað stóð eftir í í Degi & Viku fyrr í vetur, so var tað Tóroddur Poulsen, sum fekk mentanarheiðursløn landins frá Bjørn Kalsø.
Nógv fólk var samlað í Spaniastovu, har karmarnir eru frálíkir um eitt slíkt tiltak. Bjørn Kalsø handaði virðislønirnar og mentanarheiðursløn landins fekk Tóroddur Poulsen. Tað var ikki sørt, at fólk í salinum flentu, tá Bjørn segði, hvør fekk heiðurin. Júst Tóroddur hevði fyrr í vetur eina tað mest ógvusligu útmeldingina um júst Bjørn Kalsø í almenna kringvarpinum. Men hvussu var og ikki, so var Tóroddur stóri vinnarin av mentanarheiðursins landsins 2012. Tóroddur hevur verið eyðsýndur og ein nýtímans yrkjari seinastu tíðina og tað var fyri hetta, at hann vann stóra heiðurin.

Norðlýsið hevur meir um mentanarheiðursløn landsins í blaðnum hósdagin.