Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bill ynskir sær Ongland

John William Joensen

Hósdagin verður lutakast í U21 EM undankappingini. U21 landsliðsvenjarin droymir um Ongland og vil umganga londini eystanfyri.

Hósdagin verður lutakast í U21 EM undankappingini. U21 landsliðsvenjarin droymir um Ongland og vil umganga londini eystanfyri.
Londini eru styrkismett soleiðis:

Pot A: Spain, England, Netherlands, Italy, Germany, Switzerland, Russia, France, Sweden, Israel

Pot B: Romania, Serbia, Turkey, Ukraine, Scotland, Portugal, Austria, Denmark, Belarus, Wales

Pot C: Greece, Slovakia, Belgium, Hungary, Armenia, Croatia, Norway, Montenegro, Finland, Slovenia

Pot D: Bosnia and Herzegovina, Poland, Georgia, Iceland, Moldova, Republic of Ireland, Bulgaria, Cyprus, Former Yugoslav Republic of Macedonia, Latvia

Pot E: Northern Ireland, Albania, Faroe Islands, Lithuania, Azerbaijan, Kazakhstan, Estonia, Malta, Luxembourg, Andorra, Liechtenstein, San Marino

Norðlýsið hevur vent sær til Bill Mcleod Jacobsen og spurt, hvørji lið hann ynskir sær undan lutakastinum og hvørji hann helst vil umganga.

– Ongland, Skotland, Grikkaland, Makedonia/Kypern og evt. kanska San Marino um 6 lið verða í bólkinum. Vit hava vunnið Russland og tapt tepurt móti Italia. Annars hava vit ikki møtt hinum londunum í hægsta styrkisbólki. Týskland og Ongland høvdu tó verið tey mest spennandi at fingið. Ringasti bólkurin vildi verið Sveis, Rumenia, Kroatia, Georgia og Albania, heldur Bill Mcleod Jacobsen.

Hann sigur eisini, at tað altíð er ein spurningur um, at síggja ítróttaligu og fíggjarligu avbjóðingarnar. Føroyingar vilja hava mótstøðulið, ið ikki liggja ov langt burtur.