Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

293 ára gomul kom á rekstøð

Oliver Joensen

Á rekstøð á Borðoyarvík kom ein gomul træstamma rekandi. Vit hava roynt at telja árringarnar, og teir eru í hvussu so er 293 í tali

 Tá eg hevði brúk fyri einum træstubba til ein ambolt, ið eg hevði fingið frá einum skyldmanni, so vendi eg mær til Símun Johansen, timburmann, bátasmið og mangt annað, tí eg vitsti at hann átti eitt stórt rekatræ, sum lá við neystið hjá honum við Borðoyarvík.

Tað var leyst og liðugt beinanveg. Símin segði, at pápi hansara hevði lært hann, hvussu hann kundi vita eftir, um eitt rekatræ var uppetið av ormi. Holini uttan á trænum eru nevniliga sera smá. Pápi segði, at hevði man ein tunnan jarntrá ella nylon, og stakk inn í holið og slapp langt inn, so kundi man rokna við, at træið var gjøgnumgætað.

Eisini segði Símun, at hann hevði hoyrt menn siga, at hesar træstammurnar sum komu rekandi til Føroyar helst høvdu ligið uppi í ísinum onkustaðni, tí tær vóru so brýndar til. Eyðvitað er, segði Símun, at so brýndar blíva tær neyvan av sjónum, og heldur ikki av fjørðuni her tá tey lenda, tí í flestu førum gongu heilt stutt tí frá tí trøini nema land, til tey liggja føst.

Eg hevði fingið Hans Hjalta Skaale við mær at hjálp til at saga. Tað tók bert fáar minuttir at saga tríggjar stubbar av rekanum hjá Símuni. Træið sá gott út innan, og stubbin hjá mær bleiv settur í hjallin av turka. Hans Hjalti helt, at hann skuldi standa har í minst eitt hálvt ár. Tók eg hann inn í varman beinanvegin, so kundi eg rokna við at hann sprotnaði illa. Ídag er tí sera nógvur harpiksroykur í hjallinum.

Tosað var eisini um hvussu gamalt træið mundi vera. Hatta træið er gamalt, segði Símun, tað sæst á árringunum, teir eru sera tættir og nógvir.

Eg kundi ikki bara mær, men fór at royna at telja, tað var sjálvandi ikki lætt, tí ilt var sumstaðni at síggja árringarnar í skurðinum, men eg taldi so í hvussu so er 293 árringar. Diameturin á stammuni var um hálvan metur ella so. Hans Hjalti segði, tá eg fór at telja, at stubbin, sum eg fekk, var somikið ovalaga á stammuni, at eg kundi rokna innasta prikkin sum fimm árringar, við hesum meinti hann, at tað helst vóru farin fimm ár, til træið var komið upp í tað hædd, har stubbin hjá mær var skorðin av, so lærdi man tað.