Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lúsakríggj 2013

Danial Viðoy

Aftur í ár fer Gigni at minna á árliga Lúsakríggið, sum verður hósdagin tann. 31.januar.

Aftur í ár fer Gigni at minna á árliga Lúsakríggið, sum verður hósdagin tann. 31.
januar.

Lýs er ein stórur trupulleiki fyri smábørn og skúlabørn.

Tí er dagurin 31. januar ásettur at verða almennur lúsadagur, sum eina roynd, at
fyribyrgja og basa lýsnum. Afturvendandi átakið nevnist lúsakríggj, og verður í ár
komandi hósdag tann 31. januar 2013.

Børn kunna verða smittaði við lús alt árið, men vit vita, at um øll verða kannaði, og
um neyðugt viðgjørd, sama dag, er møguleikin fyri at steðga smittuni av lýs nógv
betri.

Tí fara vit aftur í ár, við hesum átaki, at heita á foreldur um at kemba barni teirra
lúsadagin tann 31. januar.

Eru ivamál ella spurningar, ber altíð til at venda sær til Gigni ella spyrja um ráð og
vegleiðing á Apotekinum.

Tað ber til at lesa meira um lýs, smittu og viðgerð á www.gigni.fo