Andras Samson og aðrir, sum eiga í hagapartinum á Skálatoftum, hava nú megnað at fanga ein útiløgukatt. Hetta hevur verið framt við snildum á høgum støði: vakmyndatólið, lokkandi heilivági og sjálvsagt eini fellu.
Andras Samson og aðrir, sum eiga í hagapartinum á Skálatoftum, hava nú megnað at fanga ein útiløgukatt. Hetta hevur verið framt við snildum á høgum støði: vakmyndatólið, lokkandi heilivági og sjálvsagt eini fellu.
Fyrsta harutúrin í ár bóru teir eyga við ein útiløgukatt í hagapartinum á Skálatoftum. Ein útiløgukattur kann gera stóran skaða. Teir tóku avgerð um at gera nakað við støðuna.
Klaksvíkar Kommuna var so beinasom at geva teimum eina fellu. Skjótt settu teir felluna í hagan, men útiløgukatturin vísti ongan áhuga.
– Nei! Her mátti okkurt annað gerast, so vit royndu eydnuna á Facebook. Og har var óført skrivað, sigur Andras Samson.
– So var ein sundamaður, ið greiddi frá, at eitt slag av heilivági kundi brúkast. Heilivágurin er eitt slag av kostískoyti, sum helst angar nakað væl. Tí djór tekkjast hesum beinanvegin.
– Men tað verður dekan ov strævið at skula burtur í haga hvønn dag, fyri at vita um nakað er komið í felluna. Vit eru tólv, sum eiga í hagapartinum. Og vit gjørdu ikki mætari enn at bíleggja eitt vakmyndatól úr Noregi, ið kann nýtast úti í náttúruni.
Tað er eitt sera snilt tól, má sigast. Tí víðari fortelur Andras Samson:
– Vakmyndatólið virkar í gjøgnum GPRS, so telefonin fekk boð/mail hvørjaferð okkurt hendi har nærhendis. Bara ein ær gekk framvið, ja so fekk eg mail.
Leygardagin 19. januar fingu teir vakmyndatólið. Teir gjørdu skjótt av og riggaðu hesi snildu amboðini til. Stroyddu heilivágin oman á bitan í felluni og settu vakmyndatólið upp. Sunnukvøldið segði vakmyndatólið frá og í gjár fóru teir til felluna og stakkals útiløgukattur var fangaður.




