Minningarorð lisin upp í kirkjuni í Klaksvík við jarðarferðina hjá Jóhannu Sofíu (Hannefía) Poulsen, fødd 02.02.1934, deyð 06.12.2012
Minningarorð lisin upp í kirkjuni í Klaksvík við jarðarferðina hjá Jóhannu Sofíu (Hannefía) Poulsen, fødd 02.02.1934, deyð 06.12.2012
Góða systir, nú ert tú farin frá okkum
Saknurin er ómetaliga stórur. Tú hevur altíð verið ein miðdepil fyri meg og mína familju. Sum heilt smá mistu vit pápa okkara; tú bleiv verandi hjá abba og ommu í Kunoy, og eg fór til abba og ommu í Oyndarfirði.
Tíðirnar vóru vánaligar, so mamma mátti til Klaksvíkar at arbeiða. Har møtti hon Dánial, sum bleiv stjúkpápi okkara. Hann var ómetaliga góður við okkum, og vit fingu trý deilig systkin, sum vit altíð hava verið ógvuliga glað fyri.
Tú fórt við mammu til Húsar og eg varð verandi í Oyndarfirði, har eg hevði tað gott.
Sjálvt um vit ikki vóru saman dagliga, høvdu vit altíð samband hvørt við annað. Tú ferðaðist í Oyndarfirði, vit ferðaðust í Kunoy, og eg ferðaðist á Húsum, tá skúlaferia var.
Sjálvt um umstøðurnar ikki vóru av teimum bestu, høvdu vit góð barnaár, hvør fyri seg og saman, sum eg minnist við gleði. Tú vart mítt stóra idol. Eg sá altíð upp til tín, og havi gjørt tað gjøgnum alt lívið.
Fyrst eg minnist, var tá eg fylti fýra ár. Tá væntaði eg at blíva líka so stórur sum stórasystir. Hon var vælvaksin og stór, eg var lítil og vesaligur, og skuffaður var eg, tá einki hendi.
Altíð stílaði tú fyri onkrum, tá vit vóru saman; vit vóru í torvi í Vatnsdali, og tú fann upp á, at vit skuldu byggja eitt hús til Flink (hundin hjá abba í Kunoy), so hann kundi koma til Oyndarfjarðar at ferðast.
Grundarsteinarnir lógu í nógv ár, kanska liggja teir har enn.
Sjálvt um lívsleiðin hjá tær ikki altíð var so løtt, vart tú støðugt miðdepilin í tínari familju. Og tú hugsaði ikki bara um tíni egnu, men um alla tína familju og ikki minst tey veikastu í samfelagnum. Fyri rey gjørdi tú eitt megnararbeiði alt lívið.
Fyri tykkum, sum sita eftir, er sorgin ómetaliga stór, men eg veit at, at tit eru saman í sorgini og standa saman í tíðini sum kemur.
Góða systir, hvíl í friði.
Við djúpari samkenslu, beiggi tín Ingvard við familju í Idestrup á Falster




