Hann boðaði annars frá í November, at hann fór at takak fyri seg. – Eg havi fingið so nógvar positivar áheitanir bæði so og so, at eg havi tikið støðu til, at eg stilli upp aftur mánakvøldið 11. februar. Enn er einki mót valevnið komið inn.
Aðalfundur hjá KÍ verður mánakvøldið 11. februar. Í november boðaði núverandi KÍ formaðurin Tummas Lervig frá, at hann stillaði ikki upp aftur. Men nú váttar Tummas, at hann tekur við afturvali.
– Eg tók ta støðu tá, tí eg vildi lova øllum framat og ivaðist, um eg kundi geva felagsskapinum nakað meira og um ikki brúk var fyri nøkrum nýggjum. Síðani havi eg latið hetta koyrt og hugsað støðuna ígjøgnum. Hesa tíðina havi eg fingið sera nógvar áheitanir, bæði skrivliga og munnliga um at stilla uppaftur. Og eftir ein formansfund hjá FSF fyri tveimum vikum síðani tók eg so støðu til, at eg stilli upp aftur. Annars er einki formans valevnið komið inn enn og skuldi tað komið, so fáa vit eitt demokratiskt val á aðalfundinum, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.
Hann sigur, at freistin at lata uppskot inn til formansvalið er sunnukvøldið kl. 19.00 sambært lógum felagsins um 8-daga freist. Símun Waag Høgnesen tekur eisini við afturvali og tað sama ger Kristoffur Ragnarsson helst eisini, meðan Jóhann Lutzen hevur tikið avgerð um at fara úr nevndini, staðfestir Tummas Lervig fyri Norðlýsinum.
Norðlýsið hevur meira um ætlanirnar hjá leiðsluni í KÍ seinni í vikuni.




