Í fyrispurningi á portalinum hjá Norðlýsinum, tann 29. jan. spyr Jens Jacobsen, um mótrokningina í fólkapensjónini millum hjún.
Í fyrispurningi á portalinum hjá Norðlýsinum, tann29. jan. spyr Jens Jacobsen, um mótrokningina í fólkapensjónini millum hjún.
Til spurninginer at siga, at 1. juni í ár verður mótrokningin í fólkapensjónini millum hjún,har annar hjúnarfelagin er pensjónistur, avtikin. Hetta er eitt gott stig áleiðini, sum tó ikki broytir mótrokningina hjá øllum pensjónistahjúnum.
Men sambærtlandsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, verður arbeitt við uppskoti, harskipanin við mótrokning í fólkapensjónini verður broytt, og gangi eg út frá, atso verður. Tí galdandi reglur um mótrokning standa eisini íandsøgn við aðalregluna hjá Fólkaflokkinum, sum umsitur pensjónsøkið, um at taðaltíð skal loysa seg at arbeiða.
Galdandi mótrokningarskipaninger, at tað ofta ikki loysir seg nóg væl at fara til arbeiðis hjá einum pensjónisti,hóast bæði hugur og heilsa eru til staðar og brúk er fyri arbeismegini á nógvumøkjum.
Mótrokningin ípensjónini eigur ikki at nerva arbeiðshugin í so stóran mun sum nú, og hjúnarstøðaneigur heldur ikki at vera ein fíggjarligur bági. Tí fari eg, framhaldandi at streingjaá at fáa hesi viðurskifti broytt.
Bjørn Kalsø,landsstýrismaður.




