Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsins besti abbi, Fischer Hansen

Karolina Ejlersdóttir Sørensen

Myrkrið fellur,
sum dagurin hellur.
Nøkur tár fella,
ímeðan regndroparnir á rútin smella.
Tankarnir flúgva,
hetta er alt so svárt at trúgva.
Hví tú?
Hví júst nú?
Spurningarnir eru so nógvir,
og sorgin í hjartanum grógvir.
Allarkærasti abbi mín,
mínir tankar sveima upp til tín.
Onki er longur tað sama,
ongin lívstrála at glæma.
Burtur ert tú,
og eftir sita vit nú.
Minnini eru goymd sum gimsteinar í mínum hjarta,
lívsstrálan bjarta.
Klemma babba fyri meg,
abbi eg elski teg.
Karolina Ejlersdóttir Sørensen
Harleywoodpaint