Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Róð í nítjan døgn nú

Danial Viðoy

Í gjár vóru nítjan døgn síðani Livar og hinir um borð á Alvalon løgdu frá landi. Næstsíðsta døgn róðu teir 77 fjórðingar, sum eru 143 km.

Í gjár vóru nítjan døgn síðani Livar og hinir um borð á Alvalon løgdu frá landi. Næstsíðsta døgn róðu teir 77 fjórðingar, sum eru 143 km.

Miðalferðin næstseinasta hevur ligið á 5,96 km/t, sum eru 3,21 kn.

Ætlanin var av fyrstan tíð at megna teinin frá Puerto Mogan, Grand Canaria til Port st. Charles, Barbados undir 30 døgn. Men hetta verður torført nú, hava vit skilt á lagnum. Teir hava havt mótstreym, men nú er alvorliga batnað tí viðvíkjandi.

Mánadagin, tá ið teir bardust við mótstreym, høvdu teir róð helmingin av teininum til Barbados.

Annars ber til at fylgja við gongdini á www.trip.fo, har tað dagliga verður dagført.