Næmingar í einum eftirskúla í Skals, ið liggur tætt við Randers, hava samlað 250.000 krónur til tað so kallaðu “Danmarks Indsamling 2013.” Pengarnir eru m.a. fingnir til høldar í sambandi við stuðulskonsertir, vaflusølu og uppboðssølur fyri næmingar og foreldur.

Nógv verður skrivað og snakkað um “Danmarks Indsamling 2013” í donsku miðlunum fyri tíðina. Tað feskasta júst nú eru eftirskúlanæmingarnir í Skals Efterskole.
Næmingarnir hava arbeitt við savna inn pening síðani í oktober og halda fram til 8. februar, tá ið innsavningin endar.
Hetta er triðja árið á rað, at hesin skúlin er skúlin, ið hevur savnað flest pening til átakið “Danmarks Indsamling.”
Hetta visti Berlingske frá at siga í gjárkvøldið.