Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upsin fullur av makreli

John William Joensen

Eisini trolbátar siga frá at upsin er fullur av makreli sum er 5-10 cm til støddar. Skiparin á Fiskakletti sigur at seinasta túr var nógv makrelyngul í upsanum teir fiskaðu millum Sandoyar- og Suðuroyarbanka

Størri útróðrarbátarnir siga at nógv makrel yngul er í føroyskum sjógvi og fyri løtu síðan váttar skiparin á trolbátinum Fiskaklettur at so er.

Seinasta túr royndu vit á eini leið millum Sandoyar- og Suðuroyarbanka og tá var upsin vit fingu fullur av makrel yngul. Støddin á makrelinum er 5-10 cm og tað var nógv til. Vit hoyra eisini tað sama frá øðrum bátum sum vit tosað við, sigur skiparin á Fiskakletti Jógvan Petersen.

Tá vit tosaðu við skiparan á Fiskakletti fyri løtu síðan vóru teir á veg norður um Viðoynna at fiska tosk.

Fiskiskapurin hevur verið vánaligur tí seinasta túrin avreiddu teir einans 16.000 pund til ein sera vánaligan prís sum skiparin málbar seg.