Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neistin vann sum væntað

Danial Viðoy

Neistin vann steypafinaluna 27-24 í dag. Men VB megnaði tó at arga favorittarnir í gjøgnum allan dystin. Nakrar ferðir var javnt, men VB-kvinnurnar tordu ikki reiðiliga at taka av. Men tað gjørdu Neistakvinnurnar.

Tað gjørdist talan um eina spennandi hondbóltsfinalu í steypakappingini hjá kvinnum í ár. Neistakvinnur vóru favorittar áðrenn dystin og tað livdu tær upp til. Tað var ikki uttan trupulleikar, men tað er heldur ongantíð lætt at vinna eina steypafinalu.

Tað er fyri fyrstu ferð í sjey ár eru Neistakvinnur eru steypavinnarar.

Viðmerkjarar í sjónvarpinum hildu tað gerast eina meira spennandi finala enn nógv høvdu væntað. Men Kári Horn, venjari hjá Neistanum, segði, at hetta var júst tann finalan, Neistin hevði væntað.

Tillukku til Neistakvinnur!

Harleyfacadeacryl