Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingardystir: HB og NSÍ vunnu stórt

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur samlað úrslitini saman frá venjingardystunum í vikuskiftinum.

Norðlýsið hevur samlað úrslitini saman frá venjingardystunum í vikuskiftinum.

Tað liggur framvegis sera væl fyri hjá HB og AB. HB vann heili 7-0 á Svangaskarði móti B68. Hinvegin skarar eisini úrslitið í Gundadali burturúr, har NSÍ vann heili 8-3 móti B36. Vit hava fingið øll úrslitini í vikuskiftinum, har øll Effoliðini tó ikki vóru á vøllinum.


TB-FC Suðuroy 4-1 (Málskjúttar TB: Poul Ingason (3) og Eirikur Magnusarson 1. Málið hjá FC Suðuroy skoraði Jón Krosslá Poulsen)

AB-HB 2-2 (Málskjúttar HB: Rógvi Holm og Christian R. Mouritsen)

B36-NSÍ 3-8 (Málskjúttar NSÍ: Klæmint Olsen (2), Árni Frederiksberg, Andy Olsen, Andrias Frederiksberg, Jens Joensen, Debes Danielsen og Karl Løkin. Tíverri hava vit ikki fingið at vita, hvør skoraði málini hjá B36.

B68-HB 0-7 (Málskjúttar HB: Bárður Johnsson Heinesen (3), Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Kristin R. Mouritsen og Gunnar Haraldsen)

AB-EB/Streymur 2-1

Víkingur-ÍF 4-1 (Málskjúttar Víkingur: Martin Olsen, Ingi Sørensen, Hjartvard Hansen og Per Gregersen. Málið hjá ÍF skoraði Øssur Dalbúð)

Harleyfacadeacryl