Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein brotin kjølur og tungt at rógva

Danial Viðoy

Leygardagin brotnaði kjølurin hjá Alvalon og tað ger tað væl strævnari at rógva. Vit vóna at megna restina upp á tíggju døgn, sigur Livar Nysted. Nógvur flúgvifiskur at síggja.

Leygardagin brotnaði kjølurin hjá Alvalon og tað ger tað væl strævnari at rógva. Vit vóna at megna restina upp á tíggju døgn, sigur Livar Nysted. Nógvur flúgvifiskur at síggja.

Robert Gardar fær tíðindi frá Livari Nysted hvønn dag og hann er óførur at leggja út til áhugað í Føroyum.


Status í dag:

Hendan náttin bleiv bert til 31 fjórðingar (57 km). Hetta er hóast at streymur og aldan ikki eru viðspælara fyri tíðina. Streymurin hevur verið ímóti og aldan inn á síðuna, hetta saman við at kjølurin er brotin ger tað rullar illa og umstøðurnar minni góðar at rógva í.


Status í gjár:

Fýrutjúgunda døgnið farið afturum og seinastu 24 tímarnar hava teir róð 73 fjórðingar (135 / 84 miles).
Samanbera vit teir báðar bátarnar Titan og Avalon hava teir á Avalon enn ein fyrimun uppá áleið 60 fjórðingar eftir 23 døgn.


Ein heilsan frá manningini í gjár:

Heilsan frá Avalon á Ocean Row Events:

Nú fáa teir umborð á Avalon seg veruliga royndar eftir at teir ígjár mistu tann seinna kjølin. Báturin rullar nógv meira nú, men teir berja seg ígjøgnum fyri at náa málinum á Barbados. Leven hevur greitt hinum umborð frá at soleiðis var tað umborð á “Atlantic Wolff” sum ongar kjølar hevði, og tískil bóltaði runt í aldunum allan túrin tvørtur um Atlantarhavið.
Atlantic Wolff var báturin ið Leven Brown róði einsamallur í tíðini 26 august 2005 til 26 januar 2006 ella í 123 dagar 7 tímar og 1 minutt frá Cadiz í Spanien til Trinidad í Caribien. Túrurin kallast fyri Columbus Run.

Í løtuni er slætt í sjónum og sigast kann at veðrið ikki hevur verið við teimum á túrinum so langt, tá man tosar um veður til at sláa metið.

Nógvur flúgvifiskur er at síggja og seinastu nátt kom einn inn ígjøgnum lúkuna og rakti Benno sum lá og svav. Hann leyp upp og rópti av hvøkkinum, til miklan látur fyri hinar umborð.
Lagið er gott og nú merkja teir at tað gongur ímótið endanum á túrinum og teir síggja fram til at rógva um málið í Port St. Charles, vónandi um 11 dagar frá nú av.

Harleywoodpaint