Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimleiðisfundur í føroyskum-íslendskum handilskamari

Vinnuhúsið

Mánadagin 18. feb. 2013 verður heimleiðisfundur fyriskipaður í føroyskum – íslendskum handilskamari, fyri limum í handilskamarinum. Fundurin verður í kantinuni á Krás í Hósvík.

Mánadagin 18. feb. 2013 verður heimleiðisfundur fyriskipaður í føroyskum – íslendskum handilskamari, fyri limum í handilskamarinum. Fundurin verður í kantinuni á Krás í Hósvík.

Á skránni er kunning um formligu handilsviðurskiftini millum Føroyar og Íslands. M.a. kemur Gunnar Justinusen á fundinum at greiða frá sínum royndum at arbeiða á íslendska marknaðinum.

Gunnar Justinussen hevur rikið fyritøkuna Pitstop í Íslandi í fleiri ár. Fyritøkan í er millum tær størstu av sínum slag í Íslandi og er voksin nógv tey seinnu árini. Virksemið í Pitstop fevnir um dekksølu, skiftan av dekkum umframt annað heilsøluvirksemi.

Í Føroyum kenna vit Gunnar Justinussen frá Dekksentrinum, Wenzel, Hotel Hafnia, v.m.

Fundurin byrjar kl 14:30 við rundvísing á Krás.